Neata Short Play Festival 2016


Lýsing av tiltakið

Dato: 7 okt 2016

KL: 00:00


NEATA Short Play Festival 2016 er ein leikstevna fyri áhugaleikfeløg, ið eru limir í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance). Í 2016 er MáF vertur fyri stevnuna, ið verður í Føroyum í døgunum 7. – 8. oktober. Umframt Føroyar luttaka íalt 7 norðurlendsk og evropeisk lond: Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Letland, Estland og Litauen.

Samlaða talið á leikarum verður umleið 70 fólk. Harafturat koma eisini umboð frá teimum ymisku londunum og stýrið fyri IATA/AITA – International Amateur Theatre Association, ið øll NEATA limalondini eisini eru limir í.

Sjónleikarhúsið í Havn verður karmur um tiltakið. Leikbólkarnir fara at framføra stuttar nýskrivaðar leikir (5 – 15 min.). Sostatt verður møguleiki fyri bæði luttakarar og almenningin at síggja út við 20 leikir úr 7 londum við ymiskari mentan og máli. Tí er eisini eitt av krøvunum til leikirnar, at teir eru so mikið visuellir, at allir áskoðarnir skilja leikirnar.

Seinastu árini hava Føroya og Ísland samstarvað um líknandi leikstevnur sum einastu luttakaralondini og skiftst um vertsskapin annaðhvørt ár. Hetta hevur verið eitt sera gevandi og kveikjandi samstarv fyri báðar partar. Í 2016 skal Føroyar so vera vertur fyri leikstevnuni, og hevur MáF avgjørt at víðka samstarvið til eisini at fevna um hini NEATA-limalondini.

Vit vænta, at ein breið luttøka við ymiskum mentanum fer at gera leikstevnuna meira áhugaverda og litríka. Harumframt halda vit, at eitt bland av skapandi evnum og mentan fer at ríka allar luttakararnar og ikki minst áskoðararnar og geva íblástur. Eisini fer hetta at styrkja samstarv og bond limalondini millum og styrkja áhugaleikin sum heild.

Nærri kunning um skrá og annað kemur seinni.