Leikur: Djarvi Macbeth
Lýsing av tiltakið
Dato: 21 apr 2018
KL: 20:00
Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Riu og Súsonnu Tórgarð úr Teatur Grugg undir eina spennandi verkætlan at stovna leikbólkin “Shakespeare Unplugged” við 6 ungum áhugaleikarum úr Havnar Sjónleikarfelag: Rógvi Dam, Eyðbjartur Skaalum, Petur Meinhard E. Andersen, Rúna Johanna Aref, Rebekka Dam á Neystabø og Ebba Malena Debess.
Í bólkinum hevur verið áhaldandi arbeitt við at menna førleikarnar hjá leikarunum at spæla sjónleik, soleiðis at teir fáa avbjóðingar og innlit í, hvat krevst fyri at skapa og arbeiða við einari sýning á einum ávísum leiklistarligum støði. Á henda hátt kann mann fáa ein hóp av dugnaligum leikarum, sum kunnu verða kjarnan í størri uppsetingum, sum Havnar Sjónleikarfelag og Grugg fara undir í framtíðini.
Skotska teatrið Captivate Theater í Edinburgh hevur givið íblástur til hesa verkætlan. Tey hava fleiri ára royndir við júst hesum arbeiðshátti og hava við einum kjarnubólki av 10-12 sera dugnaligum og evnaríkum sjónleikarum skapt stórar uppsetanir av kendum sangleikum umframt smærri leikum. Tey hava júst fingið eina heiðursløn fyri leikin Brave Macbeth, ið er ein umskriving av Macbeth hjá William Shakespeare.
Leikurin verður nú settur á pall í Sjónleikarhúsinum og hevur fingið heitið Djarvi Macbeth og er settur saman av leikbrotum og sangi/tónleiki. Leikstjóri er Súsanna Tórgarð.
Teir 6 leikararnir fara at spæla yvir 20 ymiskar leiklutir íalt:
- Petur Meinhard E. Andersen (Macbeth)
- Ebba Malena Debess (Frú Macbeth)
- Eyðbjartur Sólheyg Skaalum (Banquo / Lækni / Sendiboð)
- Rúna Jóhanna Aref (Fleance, sonur Banquo / Norna / Kona Macduff / Hirðkona / Vaktarmaður)
- Rógvi Dam (Duncan kongur / Malcolm, sonur Duncan / Norna / Mordari / Sendiboð)
- Rebekka á Neystabø Jacobsen (Macduff / Mordari / Vaktarmaður)
Umframt hesar leiklutir eru eisini hermenn, ein trompetblásari og veistlugestir. Ein spennandi, hugtakandi, óhugnaligur og samstundis festligur og stuttligur leikur. Ein festlig uppliving fyri allar aldursbólkar. So gleðið tykkum.
Sýningar:
- Leygarkvøldið 21. apríl kl. 20:00 (Frumframførsla)
- Sunnukvøldið 22. apríl kl. 18:00
- Týskvøldið 24. apríl kl. 20:00
- Hóskvøldið 26. apríl kl. 20:00
Kostnaður fyri vaksin er 150 kr. og fyri lesandi/skúlanæmingar 12 ár og eldri 75 kr.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo