Dagligi leiðarin
Ingun Christensen er dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MáF.
Ingun hevur eitt nú arbeiðsroyndir innan ferðavinnu, oljuvinnu, fjarsamskifti, skrivstovuyrkið og sum týðari, har hon hevur arbeitt við eitt nú innan skrivligt/málsligt samskifti, samskipan, fyrisiting og roknskap. Umframt hetta hevur hon hollan málkunnleika og er útbúgvin korrespondentur í týskum og enskum, BA (Bacherlor of modern Languages and Business Studies) í enskum og hevur ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) í enskum.
Ingun arbeiðir eisini sum rithøvundur og hevur skrivað fleiri bøkur til bæði børn, ung og vaksin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Eisini hevur hon luttikið á fleiri skriviskeiðum, sum m.a. MáF hevur skipað fyri.