
Aðalfundur 2025
Lýsing av tiltakið
Dato: 15 mar 2025
KL: 13:00
Aðalfundurin hjá MáF er settur at vera 15. mars kl. 13:00 á Hotel Brandan.
Skrá sambært Lóg Meginfelag áhugaleikara Føroya:
1. Aðalfundurin verður settur og fundarstjóri og -skrivari valdir
2. Formansfrágreiðing
3. Kassameistarin leggur roknskapin fram
4. Umrøða/góðkenning av formansfrágreiðing og roknskapi
5. Innkomin mál
6. Áseta limagjald
7. Velja nevndarlimir og varalimir
8. Velja grannskoðara
9. Ymiskt
10. Aftan á fundin verður okkurt gott at fáa til matna
Fyri vali standa nevndarlimirnir Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse. Arnfinnur Nesá hevur boðað frá, at hann stillar upp aftur, meðan Ebba Sofía Kruse hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur. Harumframt skulu tveir varalimir veljast.
Á aðalfundinum hava sjónleikarafeløg 6 og ungmannafeløg/bólkar 2 atkvøður. Undan fundinum verða limafeløgini biðin um at gera av, hvør skal atkvøða fyri felagnum. Bert uppmøttir limir hava atkvøðurætt.
Mál at leggja fyri aðalfundin skulu vera MáF í hendi ikki seinni enn 28. februar 2025.
Allir limir í MáF, sum hava fylt 18 ár, kunnu vera í uppskoti til nevndarval. Uppskotini til nevndarlimir í MáF skulu vera skrivlig og kunnu sendast í telduposti ikki seinni enn 28. februar 2025.
Limir verða vinarliga bidnir um at siga MáF frá, um teir koma á aðalfundin vegna bílegging av mati v.m.