At skriva stuttleik 2022


Lýsing av tiltakið

Dato: 18 mar 2022

KL: 18:00


Kreativt skriviskeið verður í døgunum 18. – 20. mars 2022 á Gjáargarði.

Kundi tú hugsað tær at lært, hvussu mann skrivar  ein stuttan leik bæði neyvt, áhugaverdan og spennandi? Tak eitt vikuskifti úr kalendaranum og fá nakrar spennandi, mennandi og kreativar dagar saman við danska undirvísaranum Gunvør Reynberg, ið hevur drúgvar royndir sum tekstahøvundur, sjónleikari og leikstjóri.  Skeiðsgjaldið er kr. 2.000,- í dupultkamari og kr. 2.600,- fyri einakamar og er íroknað skeið og uppihald við mati.

Sí nærri upplýsingar um skeiðið niðanfyri:

Skeiðslýsing_At skriva stuttleik 2022

Gevi gætur: Freistin fyri tilmelding og skeiðsgjaldið er 20. februar 2021, og avlýsing minni enn ein mánað undan skeiðsbyrjan verður ikki endurgoldið.

Tilmelding fer fram her:

At skriva stuttleik 18. - 20. mars 2022 á Gjáargarði
Peningurin skal flytast á konto 9181-1851324 í Betri Banka í seinasta lagi 20. februar 2022. Gevi gætur, at avlýsing minni enn ein mánað undan skeiðsbyrjan ikki verður endurgoldin.