Dansisýning: DÝPIÐ
Lýsing av tiltakið
Dato: 22 nov 2018
KL: 00:00
DÝPIÐ er ein modernað dansisýning, sum hevur uppruna í yrkingini ‘Eitt dýpi av dýrari tíð’ hjá Jens Paula Heinesen.
Við íblástri úr orðum er henda dansisýnining ment við hugleiðingum um, hvussu eitt lív kann vendast og dragast.
Sýningin er 40 minuttir long. Umframt vaksin verður mett, at sýningin er væl egnað til børn í aldrinum 12 ár og eldri.
Koreografar og dansarar: Andrea Joensen (FO) og Miran Ugljen (DK/BIH)
Tónasmiður: Jenný Augustudóttir Kragesteen (FO)
Filmsfólk: Karen Kristianna Hildardóttir Gram (FO)
Sniðgevi: Martina Hindberg Enevold (DK)
Ljósmeistari: Turpin Napoleon Djurhuus (FO)
Sýningar í Auluni í Finsen:
Hósdagin 22. november 2018 kl. 20:00
Fríggjadagin 23. november 2018 kl. 18:00 & kl 20:00
Leygardagin 24. novembur 2018 kl. 20:00
Kostnaður: 100 kr,