Klaksvíkar sjónleikarfelag bjóðar til skemtileik


Lýsing av tiltakið

Dato: 3 feb 2017

KL: 19:00


Landastrokið er skemtileikur eftir Otto Schwartz og Carl Matern. Jógvan Eliassen hevur umsett til føroyskt.

Leikurin snýr seg um ein ríkan mammubeiggi, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfók í heimbýnum – borgarstjóran og hús hansara. Hann kemur klæddur sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi sokallaðu skyldfólk eru rætti arvingarnir til milliónir hansara.

Borgarstjórin fær frænir av vitjanini, og tá eitt landastrok um somu tíð verður handtikið, halda øll, at hetta man vera mammubeiggin, ið koma skal. Landastrokið fær kongaliga viðferð, men so kemur rætti mammubeiggin brádliga til býin …

Leikarar eru: Jákup Bernard Brim Joensen, Aðalbjørg J. Linklett, Magni Joensen, Rólant R. Biskopstø, Jógvan á Høvdanum, Rudolf Joensen, Karl Marius Poulsen, Ann Mari Johansen, Clara Kristina Sigurðsson, Barbara Hentze og Høgni Louisson Poulsen. Ria Tórgarð leikstjórnar.

Sýningarnar vera í Atlantis í Klaksvík:

Fríggjadag 3. februar kl. 19:00 (Frumsýning)

Leygardag 4. februar kl. 19:00

Sunnudag 5. februar kl. 19:00

Atgongumerki kosta kr. 180,- og kunnu keypast á atlantis.fo