Leikur: Renn fyri vívinum


Lýsing av tiltakið

Dato: 1 mar 2016

KL: 00:00


Sjónleikarafelagið Glotti í Gøtu framførir í løtuni skemtileikin “Renn fyri vívinum“.

Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin við enska heitinum “Run for your wife” í 1983. Leikurin er vorðin ein klassikari og hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampa. Áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju við ørkymlaða hýruvognsføraranum John Smith, sum er giftur við tveimum konum, Mary Smith og Barbara Smith, og roynd hansara at fimla ímillum bæði hjúnabond síni uttan at konurnar vita av hvørja aðrari.

Leikurin hóskar øllum – ungum sum gomlum – ið dáma látur og livandi løtur.