Meldur í luftini


Lýsing av tiltakið

Dato: 3 dec 2025

KL: 20:00


Sjónleikarafelagið Losjan Glotti fer í næstum at seta skemtileikin “Meldur í luftini” á pall í Losjuni í Gøtu🎭
Leikurin snýr seg um unga mannin Bárður, sum er trúlovaður við heilum trimum damum, sum allar eru flogternur. Fyri at halda skil á øllum, hevur hann eina væl planlagda tíðarætlan. Alt gongur upp á stás… til alt brádliga brestur og allar koma heim til hansara samstundis, alt gert ein øgiliga fløkja við misskiljingum🎉⛓️‍💥🎭
Frumframførsla verður mikudagin 3. desember kl. 20.00, og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo🎭