NEATA Youth Camp


Lýsing av tiltakið

Dato: 31 jul 2018

KL: 00:00


Í samband við stóra NEATA stevnuna, ið verður í Litava í døgunum 31. juli – 5. august 2018, verður eisini skipað fyri einari NEATA ungdómslegu 24. juli – 5. august, har ung í aldrinum 18-30 ár fara at luttaka úr teimum ymisku NEATA limalondunum. Heitið á verkætlanini er “Cultural Jams”.

Eitt nú fara luttakararnir at uppliva ymiskt serstakt í samband við Litava so sum tjóðarbúnar, mat, siðbundin spøl, sangir og siðbundin heimaráð. Eisini fara luttakararnir at kunna um royndir sínámillum innan eitt nú áhugaleik og teir arbeiðshættir, ið verða brúktir. Teir fara at fáa innlit í og læra at skriva greinar um framførslurnar á NEATA stevnuni, leikarar, leikstjórar o.s.fr. og fara umframt hetta eisini sjálvir at hava onkrar framførslur.

Hugskotið við leguni er at savna ung fólk við m.a. ymiskari mentan, málið og uppaling og sjónleikarastøði og harvið læra av hvørjum øðrum, fáa íblástur og menning.

Úr Føroyum fer Teresa Reinert at luttaka. Teresa er 20 ára gomul og í nevndini fyri Ung í MáF. Hon hevur nomið sær hollar royndir innan sjónleik hesi seinastu 7-8 árini. Eitt nú hevur hon gingið á dramaskúlanum í Gøtu umframt á fleiri sjónleikaraskeiðum hjá m.a. MáF og hevur eisini verið partur í fleiri sjónleikaraframførslum so sum:

  • “Oliver Twist” (Sangleikur 2014)
  • “Dreymur Jóansøkunátt” (2015)
  • “Tann berskølluta sangarinnan” (2017)
  • ‘Allo ‘Allo (2017/18)