Ráðstevna fyri sjónleikaralærarar í Eysturríki
Lýsing av tiltakið
Dato: 22 mar 2024
KL: 00:00
22. – 27. mars 2024 verður ráðstevna fyri sjónleikaralærarar í Retz í Eysturríki.
Ráðstevnan hevur heitið “25th Drama / Theatre in Education Conference 2024”.
MáF luttekur á ráðstevnuni við tveimum umboðum. Tey eru Noomi Reinert, forkvinna í MáF, og limur í Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti, og Mariann Johansen, nevndarlimur í MáF, og limur í Suðuroyar Sjónleikarafelag.