Skeið: Tak pallin


Lýsing av tiltakið

Dato: 3 mar 2017

KL: 00:00


Set kross í kalendararn 3. – 5. mars 2017 og tekna teg til skeiðið ”Tak pallin” á Gjáargarði. Tríggir intensivir dagar har tú hevur møguleika at brúka eitt heilt vikuskifti í einum kreativum og spennandi umhvørvi at menna teg sjálvan.

Ert tú sjónleikari, undirvísari, fyrilestrarhaldari ella ein, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment? So er hetta eitt skeið fyri teg, líkamikið um tú er royndur ella óroyndur. Røddin og kroppurin eru tíni amboð, tá ið tú skalt traðka fram í ymiskum høpi. Á hesum skeiðinum lærir tú við raddar- og kropsvenjingum, hvussu tú kanst menna tína upptraðkan.

Tú verður undirvíst/ur í ávikavist raddar- og kropsvenjingum fríggjadag og leygardag. Sunnudag verða bæði skeiðini samansjóðaði við tí, tú hevur lært.

Lærarar verða  Ria Tórgarð í raddarvenjing og Vilnis Bĩriņš í kropsvenjingum.

Undirvíst verður soleiðis :

Hósdag Fríggjadag Leygardag Sunnudag
  Raddarvenj. Kropsvenj. Raddarvenj. Kropsvenj. Raddar- & kropsvenj
Møta á Gjáargarði 18.00-19.00
Samansjóðing 19.00-21.00
Morgunmatur   06.30-09.00 06.30-09.00 06.30-09.00
Undirvísing   09.00-12.30 09.00-12.30 09.00-12.30
Middegismáli   12.30-14.00 12.30-14.00 12.30-14.00
Undirvísing   14.00-17.30 14.00-17.30 14.00-17.30
Døgurði   18.30-20.00 18.30-20.00 18.30-20.00

Prísurin fyri alt skeiðið íroknað 3 nætur og mat á Gjáargarði eru frá kr. 3.000 í dupultkamari og kr. 3.750 í einkultkamari. Sí annars prísir og valmøguleikar undir elektroniskari tilmelding. Avmarkað pláss.

Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo við at fara inn á Tiltøk. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 185 132 4 í seinasta lagi 1. februar 2017.

* Nærri kunning um skeið og lærarar – sí leinkið niðanfyri:

Lýsing av skeiðinum_Tak pallin.pdf