Nevndin

MáF fekk nýggja nevnd á aðalfundi 14. mars 2026.

Í nýggju nevndini sita:

  • Noomi S. Reinert (Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti)
  • Arnfinnur Nesá (Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti)
  • Ann Mari Jaspursdóttir (Klaksvíkar Sjónleikarafelag)
  • Edvin H. Niclasen (Havnar Sjónleikarafelag)
  • Jákup Dahl Wardum, varalimur (Havnar Sjónleikarfelag)
  • Ása á Høgaryggi, varalimur (Sjónleikaradeildin Losjan Glotti)

 

 

 

 

Noomi Reinert
Nevndarlimur í MáF
Noomi Reinert er nevndarlimur í Sjónleikadeildini Losjan Glotti og nevndarlimur í MáF. Noomi er útbúgvin lærari. Uppvaksin í Gøtu, men býr í Leikvík. Hon starvast á skúlanum við Løkin i Runavík. Noomi er sera virkin í sjónleiki í Gøtu og hevur verið við í teimum tveimum stóru uppsetingunum, sum hava verið seinastu árini. Fyrst var hon við í leikinum Spanska Flugan og síðan í Systrunum á Kinn. Noomi er eisini sera virkin sum undirvísari, og undirvísir bæði børnum og ungum í sjónleiki. Umframt at virka sum forkvinna í MáF, er Noomi eisini varaforkvinna í stýrisbólkinum í NEATA.
Arnfinnur Nesá
Nevndarlimur og kassameistari í MáF
Arnfinnur Nesá er nevndarformaður í Sjónleikadeildini Losjan Glotti og nevndarlimur í MáF.
Ann Mari Jaspursdóttir
Nevndarlimur í MáF
Ann Mari Jaspursdóttir er limur í Klaksvíkar Sjónleikarafelag og nevndarlimur í MáF.
Edvin H. Niclasen
Nevndarlimur í MáF
Edvin H. Niclasen er limur í Havnar Sjónleikarafelag og nevndarlimur í MáF.
Edvin er 34 ára gamal, føddur, uppvaksin og búgvamdi í Havn. Hann er  útbúgvin og starvast sum lærari og fæst annars javnan við sjónleik og tónleik. Av sjónleiki kunnu nevnast Lítla havfrúgvin, Eingin er sum Robin Hood , Romeo og Julia, Café Gløgg og Jól í grannalagnum og hevur eisini luttikið í trimum ólavsøkukabarettum. Umframt tað hevur hann lagt rødd til Pætur Pinnagrísi í Klintrimús og Mons í Palli halaleysi.
Jákup Dahl Wardum
Varalimur í MáF
Jákup D. Wardum er formaður í nevndini í Havnar Sjónleikarafelag og varalimur í MáF.
Ása á Høgaryggi
Ása á Høgaryggi er limur í Sjónleikadeildini Losjan Glotti) og varalimur í MáF.