Á aðalfundinum hjá MáF 15. mars stóðu nevndarlimirnir, Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bert Arnfinnur stillaði upp og kom einmælt inn aftur í nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg og heldur fram í næstan sama líki sum áðrenn: Noomi Reinert, forkvinna (Sjónleikadeildin Losjan Glotti). Mariann Johansen, næstforkvinna (Suðuroyar Sjónleikarafelag). Arnfinnur Nesá, kassameistari […]
Í hesum døgum framførir Stranda Sjónleikarafelag skemtileikin “Mostir Charley” í bygdarhúsinum á strondum. Leikin hevur enski sjónleikarin og dramatikarin, Brandon Thomas, skrivað heilt aftur í 1892. Andrias Justesen týddi leikin til føroyskt í 2001. Sjónleikurin snýr seg um tveir ungar menn, sum ætla sær at fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær, at […]
Tann 10. mars var ársfundur hjá Sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti. Her var fundast um seinasta árið hjá deildini, framtíðina og eisini var nýggj nevnd vald. Fundurin var lokin kl. 18:00, og eftir hetta skipaði nevndin seg. Arnfinnur Nesá, sum hevur verðið ein góður formaður fyri deildina í nøkur ár, bleiv afturvaldur sum formaður, og er […]
Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing er 1. mars 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.
Miðskeiðis í januar og fyrst í februar var barnaleikurin “Hevur tú sæð Carmen” framførdur á Tjóðpalli Føroya og Varpinum í Klaksvík. Hetta var ein sokallað pixi-operu, har leikhópurin spældi sjónleik og ljóðføri, sungu og dansaðu. Leikurin er skrivaðu við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela […]
Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag framføra Dreymaleik eftir August Strindberg í Sjónleikarhúsinum. Uppsetingin er eitt samstarv millum Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag. Í eini stuttligari samanrenning av sjónleiki, tónleiki, dansi og sangi sleppa bæði yrkisleikarar og áhugaleikarar at villast og droyma seg burtur í tí øra, tí absurda og tí gerandisliga, og fáa gand […]
Komandi vikuskifti setur Opera.fo upp barnaleik á Tjóðpalli Føroya. Talan er um ein fittan barnaleik, eina sonevnda pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar. Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo, “Operetturnar”, sum eru 16 gentur í aldrinum 9 til […]
Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 1. ársfjórðing er 15. januar 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.
MáF takkar fyri brátt farna árið og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Havnar Sjónleikarfelag setur sjónleikin “Ikki eitt orð um pengar” á pall í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 9. november kl. 19:00. Hetta er ein skemtileikur eftir Anton Delmar og snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta […]