Væleydnað Stanislavskij- og skriviskeið

Felagsmynd av luttakarum og undirvísarum á Stanislavskij- og skriviskeiðnum, ið MáF skipaði fyri á Gjáargarði í vikuskiftinum. Bæði skeiðini vóru fullteknaði. Hanne Jørna var undirvísari í Stanislavskijskeiðnum, og Gunvør Reynberg var undirvísari í skriviskeiðnum “At skriva til pall”. MáF ynskir øllum luttakarunum hjartaliga til lukku við skeiðspróvnum, og vit gleða okkum til vónandi nýskrivað leikhandrit og leiksýningar.