
TÍÐINDASKRIV Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin “Friður á pallinum!”, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum. Leikurin, ið hevur upprunaheitið “Noises Off”, varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í […]

Í august vóru vit trý umboð fyri MÁF í Monaco á altjóða aðalfundi og áhugasjónleikafestivali hjá AITA/IATA í Monaco, umframt at vit luttóku á skeiðum og fyrilestrum. AITA/IATA er felagsskapurin, sum umboðar lond úr øllum heiminum á heimspallinum innan áhugasjónleik. Fjórða hvørt ár hevur AITA/IATA aðalfund í Monaco, her lokala áhugafelagið Mondrial Du Theatre skipar […]

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 3. ársfjórðing er 1. juni 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 3. ársfjórðing er 1. juni 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

Í vikuskiftinum skipaði MáF fyri skriviskeiði á Gjáargarði. Skriviskeiðið snúði seg hesa ferð um at læra at skriva eitt stutt leikrit, har spælitíðin varar í minsta lagi 5 minuttir og í mesta lagi 15 minuttir. Luttakararnir lærdu, hvussu teir stutt og neyvt kundu skriva eina søgugongd á ein spennandi og áhugaverdan hátt, sum helst skuldi […]

Á aðalfundinum hjá MáF 15. mars stóðu nevndarlimirnir, Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bert Arnfinnur stillaði upp og kom einmælt inn aftur í nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg og heldur fram í næstan sama líki sum áðrenn: Noomi Reinert, forkvinna (Sjónleikadeildin Losjan Glotti). Mariann Johansen, næstforkvinna (Suðuroyar Sjónleikarafelag). Arnfinnur Nesá, kassameistari […]

Í hesum døgum framførir Stranda Sjónleikarafelag skemtileikin “Mostir Charley” í bygdarhúsinum á strondum. Leikin hevur enski sjónleikarin og dramatikarin, Brandon Thomas, skrivað heilt aftur í 1892. Andrias Justesen týddi leikin til føroyskt í 2001. Sjónleikurin snýr seg um tveir ungar menn, sum ætla sær at fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær, at […]

Tann 10. mars var ársfundur hjá Sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti. Her var fundast um seinasta árið hjá deildini, framtíðina og eisini var nýggj nevnd vald. Fundurin var lokin kl. 18:00, og eftir hetta skipaði nevndin seg. Arnfinnur Nesá, sum hevur verðið ein góður formaður fyri deildina í nøkur ár, bleiv afturvaldur sum formaður, og er […]

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing er 1. mars 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

Miðskeiðis í januar og fyrst í februar var barnaleikurin “Hevur tú sæð Carmen” framførdur á Tjóðpalli Føroya og Varpinum í Klaksvík. Hetta var ein sokallað pixi-operu, har leikhópurin spældi sjónleik og ljóðføri, sungu og dansaðu. Leikurin er skrivaðu við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela […]