Dreymur Jóansøkunátt í Gøtu

Enn eina ferð eru tey farin undir sjónleik í Losjuni í Gøtu, og hesa ferð er tað kendi skemtileikurin hjá Shakespeare Dreymur Jóansøkunátt, ella á enskum A Midsummer Night’s Dream. Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki.

Aksel Tórgarð hevur týtt, og Noomi Reinert hevur leikstjórnað leikin, ið verður framførdur av 22 ungum leikarum á Glotta. 

Frumframførslan verður týskvøldið 17. mars kl. 19:00.

Atgongumerki kosta kr. 150 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn (14 ár og undir). Hesi kunnu bíleggjast við at ringja til Losjuna á tlf. 28 08 20. Ringjast kann aftaná kl. 15:00.