1

jan

Gittaristarnir

Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við ein nýggjan, spennandi og øðrvísi sjónleik. Sjónleikurin eitur Gittaristarnir. Line Knutzon hevur skrivað leikin, og Bergur Rasmussen hevur umsett. Talan er um ein komi/tragiskan sjónleik, sum torir at nema við aðrar leiðir, enn tað vit eru von við í Føroyum. Leikurin snýr seg í stuttum um, at vísusangarin og […]

16

feb

Skeið í Samvirknari sansaleiklist

MáF skipar fyri skeiði í Samvirknari Sansaleiklist (Interactive Sensoric Theatre) í døgunum 16. – 28. februar 2016 á Føroya Fólkaháskúla. Á skeiðnum lærir tú at enduruppliva kroppin av nýggjum og menna hættir at brúka orð og kropp. Arbeitt verður við minni, talu, javnvág og kenslusemi í kroppinum við at ransaka allar sansir gjøgnum ljóð, lugt, yvirflatu, skap, tyngd, smakk, kennisans, tættleika […]

1

mar

Leikur: Renn fyri vívinum

Sjónleikarafelagið Glotti í Gøtu framførir í løtuni skemtileikin “Renn fyri vívinum“. Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin við enska heitinum “Run for your wife” í 1983. Leikurin er vorðin ein klassikari og hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampa. Áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju við ørkymlaða hýruvognsføraranum John Smith, sum […]

12

mar

Aðalfundur 2016

Máf hevur aðalfund Leygardagin 12. mars 2016 kl. 1100 í Sjónleikarhúsinum í Havn. Dagsskrá sambært lógini (sí hjálagda skjal). Fundarboð og skrá_HS.pdf

27

jul

Ólavsøkukabarettin 2016

Ólavsøkukabarettin 2016 verður ætlandi í juli mánað. Nærri kunning um skrá o.a. kemur seinni.

7

okt

Neata Short Play Festival 2016

NEATA Short Play Festival 2016 er ein leikstevna fyri áhugaleikfeløg, ið eru limir í NEATA (North European Amateur Theatre Alliance). Í 2016 er MáF vertur fyri stevnuna, ið verður í Føroyum í døgunum 7. – 8. oktober. Umframt Føroyar luttaka íalt 7 norðurlendsk og evropeisk lond: Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Letland, Estland og Litauen. Samlaða talið […]

2

dec

Syndarlig jól

Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir leikin “Syndarlig jól” á gomlu brandstøðini (bunkaranum) í Klaksvík. Hetta er ikki fyri sartar sálir, og aldursmarkið er tí sett til 18 ár.   Sýningarnar verða soleiðis: Fríggjadag 2. desember: Kl. 20.00 Leygardag 3. desember: Kl. 19.00 Sunnudag 4. desember:  Kl. 20.00 Atgongumerki kunnu keypast á http://www.atgongumerki.fo/ og kostnaðurin er 100,- kr. Pláss er einans […]