Nevndin í MáF skipað seg av nýggjum

Á eyka aðalfundi 11. mars vórðu tveir nýggir limir valdir inn í nevndina í MáF. Gunhild V. Michelsen og Ragna Maja Kruse, ið stóðu fyri vali, valdu báðar ikki at stilla uppaftur. Nýggju limirnir eru Ebba Sofía Kruse úr Dramaverkstaðnum og Hilmar Joensen úr Ungmannafelagnum Royndin í Nólsoy. Hilmar Joensen hevur í nógv ár verið partur av nevndini í MáF,  hesi tvey seinastu árini sum varalimur. 

Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:

Noomi Reinert, forkvinna 

Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna:

Hilmar Joensen, kassameistari

Rúna Mortensen

Beinta Flóvinsdóttir

Varalimir: Rudolf Joensen og Maj-Britt W.H. Jacobsen