Nýggjur leiðari á skrivstovuni hjá MáF

Góðu limir og øll sjónleikaraáhugaði!

Frá 25. august verður Ingun Christensen dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MáF. Hon avloysir Eir í Ólavsstovu í eitt hálvt ár.

Ingun Christensen er útbúgvin korrespondentur í týskum og enskum og síðan hevur hon tikið BA (Bacherlor of modern Languages and Business Studies) í enskum og ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) í enskum.

Ingun býr í Hósvík og hevur seinastu árini skrivað fleiri barnabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, so Ingun kennir væl til tað kreativa arbeiðið. Eisini hevur hon luttikið á fleiri skeiðum, sum MáF hevur skipað fyri.

Hon gleðir seg til at arbeiða fyri, at áhugaleikur í Føroyum fær enn betur umstøður at virka undir, so takið øll væl ímóti henni.