Upptøkuroynd til Fólk og dólgar í Kardamummubýi

Havnar Sjónleikarfelag fer í heyst at pallseta leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner. Í hesum sambandi bjóðar felagið til almenna upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum 

leygardagin 9. mai kl. 10:00.

Brúk er fyri nógvum fólkum, og ØLL eru hjartaliga vælkomin at royna seg.

Tey sum vilja luttaka, skulu fyrireika eina lítla søgu upp á einar 2 – 3 min, sum tey skulu “selja” seg við. Harumframt skulu tey saman við leikstjóranum arbeiða við einum ókendum teksti.

Vælkomin í Sjónleikarhúsið!