Renn fyri vívinum

Her eru nakrar myndir frá skemtileikinum “Renn fyri vívinum“, ið Sjónleikarafelagið Glotti í Gøtu framførdi í mars og apríl 2016. Noomi Reinert leikstjórnaði leikin. Leikarar vóru: Arnfinnur Nesá, Maj-Britt Winter Hentze Jacobsenm Erna Joensen, Magni Joensen, Hanus Gregersen, Kristian í Vági, Høgni Olsen og Hanus Gregersen. Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin við enska heitinum “Run for […]

Gittaristarnir

Her eru nakrar myndir frá komi/tragiska leikinum “Gittaristarnir”, ið Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførdi í januar og februar 2016. Line Knutzon hevur skrivað leikin, og Bergur Rasmussen hevur umsett. Leikarar vóru: Høgni Olsen, Sára Skarðenni, Jógvan á Høvdanum (yngri) og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. Ria Tórgarð leikstjórnaði, og Rudolf Joensen var fyriskipari.  

Skeið í Sansaleiklist

MáF skipaði fyri skeiði í Samvirknari Sansaleiklist (Interactive Sensoric Theatre) í døgunum16. – 28. februar 2016. Skeiðið var bæðí á Føroya Fólkaháskúla og í Sjónleikarhúsinum. Undirvísarar vóru Gabriel Hernandez, tekniskur leiðari í altjóða viðurkenda leikhúsinum Teatro de Los Sentidosí Katalonia og Marga Socias. Her eru nakrar myndir frá skeiðinum.