Renn fyri vívinum

Her eru nakrar myndir frá skemtileikinum “Renn fyri vívinum“, ið Sjónleikarafelagið Glotti í Gøtu framførdi í mars og apríl 2016.

Noomi Reinert leikstjórnaði leikin. Leikarar vóru: Arnfinnur Nesá, Maj-Britt Winter Hentze Jacobsenm Erna Joensen, Magni Joensen, Hanus Gregersen, Kristian í Vági, Høgni Olsen og Hanus Gregersen.

Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin við enska heitinum “Run for your wife” í 1983. Andrias Justesen hevur týtt til føroyskt. Leikurin er vorðin ein klassikari og snýt seg ørkymlaða hýruvognsføraranum John Smith, sum er giftur við tveimum konum, Mary Smith og Barbara Smith, og roynd hansara at fimla ímillum bæði hjúnabond síni uttan at konurnar vita av hvørja aðrari.