Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti
Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Bugsy Malone í Løkshøll
Í løtuni seta 70 næmingar í Tofta- og Runavíkar skúla upp 70’araleikin “Bugsy Malone”. Og sambært samskiparanum, Ásbjørn Berthelsen, ganga venjingarnar sera væl.
Leikurin snýr seg um bardagan millum Fat Sam og Dandy Dan, har Bugsy Malone er mitt í rokanum. Tað eru 10. flokkarnir í Runavíkar skúla og Tofta skúla, sum framføra.
Frumframførsla verður 29. januar.
Samrøða við leikarar og samskipara í Góðan morgun Føroyar kann hoyrast her.