Gleðilig jól og gott nýggjár

Vegna jólafrí er skrivstovan hjá MáF stongd frá mánadegnum 18. desember 2023. Opið verður aftur 2. januar 2024.

Kabarett í Suðuroy

Í hesum døgum er høvið at fara til kabarett í Suðuroy. Tað er Suðuroyar sjónleikarafelag, sum framførir, og hesa ferð er kabarettin leikstjórnað av Jákup Veyhe. Framsýningarnar eru í SALT, og fyrsta sýning var sunnudagin 19. november. Atgongumerki kunnu keypast á SALT.fo.

Pippi heldur jól í Losjan Glotti

Í løtuni verður leikurin “Pippi heldur jól” framførdur í Losjan Glotti í Gøtu. Tað er Sjónleikaradeildin hjá Losjan Glotti, sum framførir, og Noomi Reinert leikstjórnar. Fyrsta sýning var sunnudagin 12. november, og atgongumerkini ganga sum heitt breyð. Atgongumerki til Pippi heldur jól kunnu fáast á Atgongumerki.fo.

Teresa Reinert nýggj talskvinna hjá NEATA Youth

Teresa Reinert er vorðin talskvinna hjá NEATA Youth, sum er felagið fyri ungar áhugaleikarar í Norðanlondum og teimum Baltisku londunum. Teresa tekur yvir eftir svensku Astrid Joelsson, sum helt, at NEATA Youth nú hevur tørv á nýggjum eygum og leiðslu. MáF ynskir Teresu Reinert bestu eydnu við nýggju, spennandi avbjóðingini.

Ferðafrásøgn frá NEATA Networking Project 2023

Tann 10. til 12. oktober 2023 var forkvinnan í MÁF, Noomi Reinert, í Reykjavík í sambandi við verkætlanina “The NEATA Network Project” saman við umboðum fyri øll limalondini í NEATA. Verkætlanin, ið er stuðlað av Nordisk Culture Point, hevur vart í tvey ár, og tey hava møtst tríggjar ferðir í hesum tíðarskeiðinum.   Her er […]

Stuðulsfreist

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 4. ársfjórðing í 2023 er 1. september 2023. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

MáF heiðraði Hilmar Joensen fyri hansara langa virki í MàF á aðalfundinum 25. mars
Nevndin skipað seg

Á aðalfundinum hjá MáF 25. mars stóðu nevndarlimirnir Hilmar Joensen og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bert Ebba Sofía Kruse stillaði uppaftur og var afturvald. Nýggi valdi nevndarlimurin var Arnfinnur Nesá frá Sjónleikaradeildini Losjan Glotti, sum frammanundan hevur verið varalimur í nevndini. Umframt vali av nevndarlimum vóru eisini tveir varalimir valdir. Hesir vóru Vígdis Tindskarð […]

World Theatre Day 2023

Við ynski um ein fantastiskan World Theatre Day 2023.

Stuðul

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing í 2023 er 1. mars. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul

Stuðul

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 1. ársfjórðing í 2023 er 15. januar. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF: Stuðul