Maður í ómakaðum hosum

Sjónleikarhúsið í Havn er í hesum døgum karmur um skemtileikin “Maður í ómakaðum hosum”, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp. Hetta er upprunaliga ein íslendskur leikur eftir Arnmund S. Backman, sum Tóra Tóroddsdóttir hevur umsett til føroyskt. Leikurin snýr seg um eina pensjoneraða kvinnu, Steintóru, sum á veg heim úr handlinum hevur fingið ein ókendan mann inn í […]

Ræðsluhúsið

Klaksvíkar Sjónleikarafelag skrivar soleiðis:  Minnist tú Ræðsluhúsið hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag? Hesi ikonisku gulu læknahúsini í Klaksvík, sum í 2019 vóru umskapaðið til eitt stað, har djúp ræðsla, ring marra og myrkur ótti, vóru manaði fram úr tí goymda og inn í veruliga veruleika tín? Rennur tað tær kalt niður eftir rygginum, meðan tú lesur hetta, […]

Fótur í hosu

Suðuroyar Sjónleikarafelag fer í næstum at framføra skemtileikin “Fótur í hosu” í SALT á Tvøroyri. Leikurin snýr seg um ein hýruvognsførara, sum verður bjóðaður inn til ein mann at bíða, meðan hesin ger seg kláran. Teir tosa um ymiskt, eitt nú, um maðurin skal rinda fyri bíðitíðina. Meðan teir tosa kemur systir mannin, ið hevur […]

Nevndin heldur fram við nýggjum varalimi

Á aðalfundinum hjá MáF tann 10. apríl 2021 stóðu nevndarlimirnir Hilmar Joensen og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bæði stillaðu uppaftur og vórðu vald inn aftur í nevndina. Sostatt heldur nevndin fram við somu nevndarlimum sum frammanundan. Tveir varalimir vóru eisini valdir – Jákup Dahl Wardum var valdur inn aftur, meðan nýggi valdi varalimurin var […]

Á myndini síggjast Ingun Christensen, dagligur leiðari í MÁF og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hans Andriasarhús verður virkið hús innan skaldskap og sjónleik

Í dag hevur Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya (MÁF) skrivað undir leigusáttmála um hølir í Hans Andriasarhúsi, undir Pisuvarða 2. Felagið hevur verið í húsinum síðan í nítiárunum í samstarvi við Havnar Sjónleikarafelag. Nú er virksemið í húsinum endurskipað og kemur umframt MÁF eisini Rithøvundafelag Føroya og Leikarafelagið at húsast í húsinum. Harumframt kemur Tórshavnar býarsavn at […]

Nýtt Leiklistaráð valt

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini. Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Limirnir frá 1.10.2020-30.09.2023 eru: Ólavur Jøkladal, formaður, tilnevndur av landsstýrismanninum Birna Heinesen, tilnevnd av landsstýrismanninum Durita Dahl […]