Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Dreymaleikur
Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag framføra Dreymaleik eftir August Strindberg í Sjónleikarhúsinum.
Uppsetingin er eitt samstarv millum Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag. Í eini stuttligari samanrenning av sjónleiki, tónleiki, dansi og sangi sleppa bæði yrkisleikarar og áhugaleikarar at villast og droyma seg burtur í tí øra, tí absurda og tí gerandisliga, og fáa gand burturúr skaldaverkinum hjá heimskenda svenska høvundanum.
Leikurin snýr seg um Agnes, dóttir gudin Indra, sum kemur niður á jørðina, tí hon vil kanna, hvussu menniskjuni hava tað. Hon upplivir, hvussu tey av øllum alvi stríðast fyri at gerast eydnurík. Menniskjuni leita eftir kærleika, lívsgleði og meining, samstundis, sum tey eru noydd at geva seg undir tær treytir og umstøður, sum lívið ber í sær. Stutt sagt: Ein mynd av okkara ørliga og undarliga gerandisdegi, sædd gjøgnum eyguni á einum droymara.
Áskoðarin kann vænta sær bæði at kenna seg aftur og droyma seg burtur í annan heim.
Leikstjóri: Ria Torgarð.
Annar leikstjóri: Súsanna Torgarð
Koreografi: Búi Rouch.
Yrkisleikarar: Ebba Malena D. Thomsen, Búi Rouch, Ria Torgarð, Súsanna Torgarð og Hans Torgarð.
Áhugaleikarar: Lív Bruun Müller, Noomi Nielsen, Karin Djurhuus, Chokri Bourbiaa, Oddvá Nattestad og Bjørg Clementsen.
Tónasmiður og tónleikari: Jákup Torgarð.
Ljóðbland og útseting: Johannes Hellbo Olsen.
Ljós: William Soo Joensen.
Ljóðmynd: Baldur Meitil.
Búnar og rekvisittir: Anna Kristina Bæk.
Smyrsl og hár: Anny Joensen Thorsen.
Pallsmíð: Bjørn Ulvedal Simonsen og Anny Joensen Thorsen.
Hjálparfólk: Pól Dávur Hammer og Ragnvaldur Atlason.
Framleiðari: Durita Sumberg Poulsen.
Samskipari og pallstjóri: Anny Joensen Thorsen.
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré.
Leikskrá: Billa Jenný Jónleifsdóttir.
Týtt leikin: Hanus Kamban.
Atgongumerki kunnu keypast inni á atgongumerki.fo á hesum leinki: Dreymaleikur