Leiklistaskúli 30. apríl – 3. mai 2026
Lýsing av tiltakið
Dato: 30 apr 2026
KL: 18:00
Dámar tær at skriva, at spæla sjónleik ella at leikstjórna, so set kross í kalendaran og tekna teg til eitt av hesum skeiðunum hjá MáF á Føroya Fólkaháskúla í Havn 30. apríl – 3. mai 2026.
Les meira um hvørt skeiðið her: 1) Skeiðslýsing_Skriviskeið 2) Skeiðslýsing av leiklist 3) Skeiðslýsing_Leikstjórn
Fýra spennandi dagar har tú verður saman við fleiri øðrum, sum hava áhuga innan fyri sjónleik og ynskja at læra meir um ta ávísu listagreinina. Ætlanin við Leiklistaskúlanum er við skeiðsenda at samansjóða allar listagreinirnar, soleiðis at skrivað leikrit verða leikstjórna og framførd á palli.
Undirvísari í skriviskeiðnum verður Gunvør Reynberg, í leiklist verður Bo Skødebjerg og í leikstjórn verður Ria Tórgarð.
Tú kanst lesa meira um skeiðið í skeiðsfaldaranum her.
Møtt verður hóskvøldið 30. apríl kl. 18:00 til vælkomst, samansjóðing og ábit. Undirvísing verður fríggjadag – sunnudag frá kl. 09.00 – 17.00 við matarsteðgi á middegi umframt okkurt leskandi/etandi í smáum støðgum fyrra- og seinnapart.
Prísur fyri skeið íroknað uppihald og mat fyri hvønn persónin er
- kr. 1.200 í dupultkamari og kr. 1.500 í einkultkamari til og við 15. desember 2025 – Gjaldsfreist 15. desember 2025.
- kr. 1.500 í dupultkamari og kr. 1.800 í einakamari frá 16. desember 2025 – Gjaldsfreist 31. mars 2026.
Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Betri Banka: 9181-185 132 4.
Tú kanst tekna teg elektroniskt niðanfyri og FREISTIN AT TEKNA SEG ER 31. MARS. 2026: