Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Feitar Tíðir! – sangleikur um 80’ini
Nú nærkast, at Glasir, Tórshavnar Musikkskúli og Rytmiska kórið í Hoydølum fara at seta upp ein sangleik í Norðurlandahúsinum.
Leikurin er føroyskur og nýskrivaður, og hann snýr seg um Føroyar og føroyskan ungdóm í lit-og hendingaríku 80´unum. Tónleikurin verður kendur tónleikur fra 80´unum í einum nýtulkaðum hami.
Jákup Veyhe og Kristina Sørensen Ougaard hava staðið fyrið leikstjórn og koreografi. Eisini hevur Jákup Veyhe saman við Hans Tórgarð skrivað leikritið.
Frumsýningin verður 11. november, og upptøkuroyndir verða í Hoydølum 20. og 21. august fyri teimum, ið hava hug at royna seg á palli sum sangarar, sjónleikarar og dansarar.
Freistin at melda seg til upptøkuroynd er fríggjadagin, 19. august klokkan 12 á telduposti Sangleikur2016(at)gmail.com