Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Áhugasjónleikur í Føroyum 1889 – 2023
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Í døgunum 3. – 5. mai 2024 luttók Teresa Reinert, umboð fyri Ung í MáF á workshop á NEATA Youth barnasjónleikarafestivali í Litava. Niðanfyri kann ferðafrásøgn frá Teresu lesast umframt myndir síggjast:
Ferðafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava mai 2024
Eg fekk gleðina av at undirvísa á Atžalyno Scena barnasjónleikarafestivalinum 2024. Tað var ein festivalur yvir tríggjar dagar, og á einum av hesum døgunum undirvístu eg og Roope Lappainen (úr Finlandi) børn og ungdómar úr Lithava, Letlandi og Eystlandi í leiki. Vit fokuseraðu á improvisatiónsarbeiði og tekstarbeiði. Luttakararnir lótu sera væl at, og tað var stuttligt at arbeiða við leikarum, sum kanska ikki hava somu vanar sum føroyingar, kendu til dømis onnur spøl, høvdu øðrvísi reglur til “zip zap zup” o.s.fr.
Aftrat undirvísingini sluppu vit at síggja framførslur hjá ymsum barnaleikarafeløgunum. Hetta var sera spennandi, og eg kendi onkra einstaka venjing aftur, sum eg havi lært á skeiði í Odense seinasta summar við Eimantas Antulis, Lithavska umboðið á NEATA Youth.
Tá ið vit trý, Eimantas, Roope og eg, arbeiddu upp á ein leik: Leikurin hevur ikki manuskript, so nógv tíð fór til prát um evnið, vit høvdu valt okkum, nevnliga megnaðarmekanismur (coping mechanisms). Vit gjørdu kropsligar venjingar, improvisatiónsvenjingar og skrivivenjingar til hetta endamálið. Vónin er at hava eina lidna framførslu, sum vit kunnu føra fram á einhvørjum sjónleikarafestivali næsta summar (2025).