Ferðafrásøgn frá aðalfundi og sjónleikafestivali í Monaco 2025
Stuðulsfreist fyri 4. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 3. ársfjórðing 2025
Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti

Ferðafrásøgn frá aðalfundi og sjónleikafestivali í Monaco 2025
Í august vóru vit trý umboð fyri MÁF í Monaco á altjóða aðalfundi og áhugasjónleikafestivali hjá AITA/IATA í Monaco, umframt at vit luttóku á skeiðum og fyrilestrum.
AITA/IATA er felagsskapurin, sum umboðar lond úr øllum heiminum á heimspallinum innan áhugasjónleik. Fjórða hvørt ár hevur AITA/IATA aðalfund í Monaco, her lokala áhugafelagið Mondrial Du Theatre skipar fyri stórum altjóða sjónleikafestivali, sum eisini skapar karmar fyri aðalfundinum.
Á aðalfundinum hjá AITA/IATA var nýggj nevnd vald, og nýggj forkvinnan gjørdist Sofia Wegelius úr Finnlandi. Frammanundan var Sofía Wegelius forkvinna í NEATA, men er nú farin frá vegna nýggja formanssæti í AITA/IATA. Noomi Reinert, næstforkvinna í NEATA, røkir formanssæti til nýggjur formaður verður valdur á næsta aðalfundi.
Dagarnar áðrenn altjóða aðalfundin hava undirbólkar felagsskapinum eisini ymiskt fundarvirksemi. Eitt nú hava Norðurlondini ein felagsskap, sum kallast NEATA. Hesin felagsskapur er samstarv millum Norðurlond og baltisku londini. Vit føroysku umboðini luttóku í nógvum fundarvirksemi á túrinum í Monaco, har ætlað samstarv og ymsar verkætlanir vórðu kortløgd og eftirmetingar vóru gjørdar av verandi samstørvum, sum hava verið seinastu tvey árini.
Ein komandi verkætlan er NEATA-festivalur í Estlandi í juli 2026, sum NEATA skipar fyri. Ætlanin er, at øll limalondini í NEATA fáa innbjóðing um at luttaka og framføra leik á sínum uppruna mál. Harafturat verða verkstovur og fyrilestrar á skrá.
Ein annar altjóða felagsskapur, sum MáF javnan hevur samstarvað við er EDERED. Hesin felagsskapur skipar fyri summarlegum við sjónleiki sum grundarsteini til børn og ung. Forkvinnan í EDERED situr í nevndini í AITA/IATA, og er sera nógv úti um seg innan áhugaleik í altjóða høpi. Tað er stuttligt at hoyra hana greiða frá og vísa á, hvussu nógvum børnum og ungum sjónleikaáhugaðum hon hevur verið við at menna.
Vikan í Monaco fevndi sum nevnt eisini um ein sjónleikafestival, og nærum hvørt kvøld vóru vit til einar tríggjar leikir, sum vóru uml. ein tíma til longdar. Flestir vóru spældir á upprunamálinum, men sera ymiskt var, hvussu leikbólkarnir valdu at framføra leikirnar fyri at gera teir meira skilligar fyri áskoðaran. Allir leikirnir vórðu spældir á sama palli, so pallmyndin mátti vera einfald og nógvar kreativar loysnir vóru brúktar.
Eitt, sum vit virðismettu nógv, var, at hvønn morgun varð ein “colloque” á skrá – hetta var eitt kjak, har tveir væl fyrireikaðir vertir settu leikbólkinum við leikstjóra spurningar um leikin og prátaðu um pallsetingina. Kjakið var væl vitjað og var sera áhugavert. Vit nýttu høvi at spyrja leikstjórar um loyvi at síggja upptøkur av leikum, sum tey kundu taka við til Føroyar og nýta í eitt nú dramaundirvísing og skeiðum.
Afturat fundum, fyrilestrum, verkstovum, sjónleikum og kjaki var eisini veitsla á skrá. Hvørja ferð hesin festivalurin er á skrá, er ein veitsla í einum sera vøkrum bygningi, har limir frá kongafamiljuni luttaka. Veitslan eitur Reytt og Hvítt, og øll skulu vera klødd við hesum litum – eins og flaggið hjá Monaco. Hendan veitslan var eitt stuttligt upplivilsi. Meðan vit sótu til borðs, sótu vit brádliga undir stjørnuhimmali, tá ið takið á bygninginum spakuliga var farið til viks.
Eftir ein slíkan túr, eru nógvir bóltar at spæla við. Onkrir fella burtur vegna væntandi tíð og orku, meðan aðrir fara á rull og kunnu gerast spírin til okkurt spennandi og mennandi samstarv.
Vit takka fyri ómetaliga góðan og gevandi túr.
Vegna umboðini í MáF
Noomi S. Reinert
Nevndarforkvinna í MáF

Trý umboðini frá MÁF: F.v. Noomi Reinert, forkvinna, Arnfinnur Nesá, næstformaður og Mariann Johansen, nevndarlimur.