Guitaristarnir í Sjónleikarhúsinum í Havn

Nú verður sjónleikurin “Guitaristarnir” eisini sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum framførir og hevur sett leikin upp. 

Leikstjóri: Ria Tórgarð. Leikarar: Sára Skarðenni, Eva Maria Bláhamar, Høgni Olsen og Jógvan á Høvdanum (y). Pallsmíð: Archibald Black. Tónleikaráðgevi: Magni W. Husgaard. Ljósfólk: Rói Leiti Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen. Búnar: Rólant Biskopstøð. Fyriskiparir: Rudolf Joensen og Aðalbjørg J. Linklett.Týtt leikin: Bergur Rasmussen.

Leikskrá:

18/2: Kl. 20:00

19/2: Kl. 21:00

20/2: Kl. 20:00

21/2: Kl. 18:00

Atgongumerki á kr. 150,- fáast í Kunningarstovuni í Havn ella á www.atgongumerki.fo