Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Havnar Sjónleikarfelag heiðursløn
MáF vil við hesum ynskja Havnar Sjónleikarfelag hjartaliga til lukku við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2017.
Heiðurslønin er fyri nógvu barnaleikirnar, Havnar Sjónleikarfelag hevur sett upp seinastu mongu árini, við støði í m.a. kendum barnasøgum sum eitt nú Fólk og dólgar í Kardamummubýi og Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini.
Hetta eru stórar leikuppsetingar, sum hava verið eitt upplivilsi fyri bæði stór og smá. Men eisini leikuppsetingar, ið krevja nógva arbeiðsorku og tíð. Og tá talan er um áhugaleik, er stórur partur av hesum arbeiði ókeypis.
Eisini ynskja vit Hjálmari Dam og Hannu Flóvinsdóttir til lukku, ið somuleiðis fingu Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs.
Ein stórur heiður, sum vit gleðast um vegna áhugaleikin.