Ferðafrásøgn frá aðalfundi og sjónleikafestivali í Monaco 2025
Stuðulsfreist fyri 4. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 3. ársfjórðing 2025
Jól í grannalagnum
“Jól í Grannalagnum” – ein hjartanemandi og hugvekjandi jólaleikur eftir Vár Berghamar Jacobsen
Útvarpsjólakalendarin frá 2007 er nú umskrivaður til sangleik – ein lívlig og fangandi leikhúsuppliving fyri alla familjuna.
Í einum serligum grannalagi búgva 13 ára gomlu tvíburðasystrarnar, væl dámdar og dugnaligar. Í hugnaliga Grannalagnum møta vit eisini foreldrunum, Ljósasløkkjaranum, Grannakonuni, Granskaranum og Granskoðaranum og øllum hinum grannunum. Men við eitt broytist friðurin 😧 😰 Fara tey í Grannalagnum nakrantíð aftur at kunna halda jól undir stjørnunum? 🎄 ❄️ ✨
🎨💡🎵 Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið, ið veruliga fangar jólaandan og gevur leikinum sína serligu dýpd. Og við dugnaligu Súna Joensen og Balduri Kampmann, ið hava lagt ljós og ljóð til rættis, lyftist heildarupplivingin upp á eitt sermerkt støði. 🌟 😲✨ 🤩
Ikki færri enn 26 dugnaligir, hugagóðir og raskir leikarar, sangarar og dansarar úr aldrinum frá 11 til 35 ár verða á pallinum. Vár Berghamar Jacobsen, ið hevur skrivað leikin, leikstjórnar eisini og hevur havt gott fólk aftrat sær í Edith Dahl Jacobsen, ið hevur staðið fyri sanginum og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, ið hevur koreograferað – allar saman hava styrkt søguna og givið henni sítt serliga lív.
Verið við, tá jólini flyta inn í Grannalagið – verið hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið!
📅 Frumsýning: 29. novembur 2025 kl. 16
⏱ Longd á leiki: Uml. 70 minuttir
🎟️ Atgongumerki fáast her: www.atgongumerki.fo / www.sjonleik.fo