Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Keisarans nýggju klæðir
Barnaleikurin, Keisarans nýggju klæðir” sum Tjóðpallur Føroya setti upp á ólavsøku, var so væl umtóktur, at hann verður tikin uppaftur komandi hósdag og fríggjadag.
Fýra sýningar av “Keisarans nýggju klæðir” vóru ólavsøkudagarnar, og tær vóru allarfullsettar. Tað sama vóru tær sýningarnar, ið vóru eftir Ólavsøkuna. Tey, sum ikki fingu møguleikan at síggja leikin tá, kunnu nú síggja leikin hósdagin 17. okt. og fríggjadagin18. okt. báðar dagarnar kl. 18.00.
Sum tey flestu vita, so snýr søgan seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum: Tey eru ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava.
At lumpa seg sjálvan av berari forfongiligheit og ræðslu fyri sínum egna umdømi er eitt evni sum ongantíð er vorðið óaktuelt síðan H.C. Andersen skrivaði søguna fyri skjótt tveyhundrað árum síðan.
Og bæði børn og vaksin hugna sær eisini óført til leikin.
Tað eru Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð sum hava gjørt søguna til leik, við tí fyri eyga at gera hana so stuttliga og rokuta sum gjørligt. Tey bæði hava eisini átikið sær at spæla allar leiklutirnar sjálvi, so tað verður ein rokmikil og festlig uppliving hjá bæði børnum og vaksnum.
“Keisarans nýggju klæðir” verður sýndur hósdagin 18. okt. og fríggjadagin 19. okt á Tjóðpalli Føroya,báðar dagar klokkan 18.00. Leikurin varir umleið trý korter, og atgongumerki á kr. 100,- fáast info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.