Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti
Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Klaksvíkar Sjónleikarafelag farin í holt við nýggjan, spennandi sjónleik
Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við ein nýggjan, spennandi og øðrvísi sjónleik. Sjónleikurin eitur Gittaristarnir. Line Knutzon hevur skrivað leikin, og Bergur Rasmussen hevur umsett.
Talan er um ein komi/tragiskan sjónleik, sum torir at nema við aðrar leiðir, enn tað vit eru von við í Føroyum. Leikurin snýr seg í stuttum um, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður. Umhvørvið rundan um hann er skelkað. Fýra trúðfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John Hansen, sála. Sjónleikurin varar í góðan tíma og verður væntandi sýndur í januar/februar mánað.