Jólastákan hjá vættrahúskinum

Høvundur: Stein Skøyeneie.

Sangleikur: Ein barnasangleikur við nótum. Er gjørdur við barnakórum og teimum smáu flokkunum í huga. Sangleikurin er einfald tala, einrøddaður sangur og sjálvandi leikur á palli og einfaldur dansur. Fylgispælið er hugsað sum klaver, men kann sjálvandi eisini vera við t.d. gittar, floytu og kontrabassi.

Leiksøga: Leikurin fer farm langt inni í Vættraskóginum heima hjá vættrapápanum og vættramammuni og øllum vættrabørnunum. Hetta er kvøldrið frammanundan kvøldinum – nevniliga tollaksmessukvøld. Sum vanligt hevur vættrahúskið úr at gera við teimum seinastu jólafyrireikingunum. Mitt í øllum stákinum fáa tey vitjan. Vættragumman við sínari floytu, eitt trøllahúski og nakrar mýs. Hvat so kemur burtur úr einari slíkari vitjan, ja, tað mugu tit so fáa fram.

Leikhandrit á føroyskum máli.