Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

MáF fingið nýggjan lim
MáF fegnast um at hava fingið nýggjan lim í meginfelagið. Tað er Bygdarfelagið Eydnan á Oyrarbakka, sum hevur teknað seg sum lim í MáF. Við hesum limaskapi hevur MáF seks limafeløg í meginfelagnum. Frammanundan eru hesi limafeløgini:
1) Havnar Sjónleikarfelag
2) Klaksvíkar Sjónleikarfelag
3) Sjónleikarfelagið Glotti
4) Ungmannafelagið Royndin
5) Dramaverkstaðið
Vit vilja við hesum ynskja Bygdarfelagnum Eydnan hjartaliga vælkomnan í Meginfelag áhugaleikara Føroya og gleða okkum til, hvat tit fara at bjóða innan áhugaleik í framtíðini.
Sí annars nærri upplýsingar um limafeløgini á hesum leinki: http://maf.fo/limafeloeg