MÁF-heiðurslønirnar

Á veitslu í
Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 2. februar vórðu MÁF-heiðurslønirnar lætnar á
fyrsta sinni.

 

Áhugasjónleikarar
í Føroyum hava saknað, at framúr avrik í føroyskum áhugasjónleiki verða
viðurkend. Tí var tað kærkomið, tá MÁF-heiðurslønirnar vórðu lætnar
leygarkvøldið.

 

Ein dómsnevnd
hevði mett um framførslurnar farna árið, og hevði valt at lata átta heiðurslønir.

 

Ársins
búnar og pallur

Heiðurin fyri ársins búnar og pall varð latin leikinum Klintrimús hjá
Suðuroyar Sjónleikarafelag. Í grundgevingini segði dómsnevndin m.a.: “Pallmyndin
og búnarnir vóru serstakliga væl gjørd og frágingin, og góvu ein serstakan stíl
til framførsluna. Áskoðararnir vórðu bornir inn í ein annan heim ta løtuna, sum
leikurin var, og var hetta ein gandakendur heimur, har tú kundi droyma teg
burtur í samspælinum millum leikarar, búnar, pallmynd og ljós.”

 

Ársins
uppliving

Leikurin Hedda Gabler, sum Losjan Glotti framførdi í og uttan fyri
nýggja býráðshúsið í Norðragøtu, varð valdur til Ársins uppliving. Dómsnevndin
segði m.a.: “At royna nýggjar leiðir, og velja at gera nakað óvæntað – t.d.
samstarva við fólk, ið kanska ikki annars kenna til leiklist, er sera mennandi
fyri áhugaleik, og kann vera við til at geva einum heilum samfelag nýggj eygu á
list, seg sjálvan og samfelagið sum heild. Í hesum leiki vóru nógvir
viðspælarar – almen rúm, ið dagliga hava heilt aðrar funktiónir, skuldu umskapast,
leidningar og el-skipanir skuldu pilkast við, og ikki minst: ljós á
fótbóltsvøllinum máttu sløkkjast í einum nærumhvørvi, har tankarnir hjá
almenninginum vanliga mala um fótbólt 24/7.”

 

Ársins prik

Heiðurin fyri Ársins prik fekk Suðuroyar Sjónleikarafelag fyri brotið
um homofobiska prestin í Suðuroyðarkabarettini. Í grundgevingini varð m.a.
sagt: “Ársins prik verður latið einum felag, ið hevur víst dirvi í farna
árinum. Við satiriskum skemti sum miðli, vístu tey á moralska skeivleikan hjá
einum almennum persóni, og var hetta framúr frágingið.”

 

Ársins framførsla

Jørundur Hundadagakongur hjá Havnar Sjónleikarfelag var Ársins
framførsla. Um leikin segði dómsnevndin m.a.: “Hetta var helst tann mest
stórfingna framførslan vit hava sæð seinasta árið, og hevur hon uppiborið stórt
rós í allar mátar. Spælið, búnarnir, pallurin, leikstjórnin, tónleikurin,
sangurin, ja vit kunnu blíva við, var á sera høgum støði, og nógv tíð og orka
var løgd í at fáa hendan leikin á pall. Hetta sást eisini í framførsluni.”

 

Ársins mannligi hjáleikari

Rógvi B. Dam, sum leikti Studiosus í Jørundi Hundadagakongi, var Ársins mannligi hjáleikari. Í grundgevingini varð m.a. sagt: “Hesin maður er
ein stóru leikari, hóast hann kanska ikki er av mætastu monnum í stødd. Hesin
leiklutur er kanska ikki júst tað vit annars kenna hann fyri, men hann hevði
áskoðaran “i sin hule hånd” undir allari sýningini.”

 

Ársins kvinnuligi hjáleikari

Teresa Reinert, sum hevði leiklutin sum Brack í leikinum Hedda Gabler, var Ársins kvinnuligi hjáleikari. Dómsnevndin segði: “Hennara tulking av
leiklutinum, og hennara dirvi at spæla leiklutin sera sannførandi var ein fragd
hjá áskoðarunum at síggja.”

 

Ársins mannligi høvuðsleikari

Torkil Tórgarð, sum leikti Jørundur Hundadagakongur, var Ársins mannligi
høvuðsleikari. Um hann segði dómsnevndin, at hann er ein ungur maður, “ið
meistraði sín høvuðsleiklut ótrúliga væl. Ummælarar søgdu m.a. aftaná leikin:
“hvar hevur hesin verið seinastu nógvu árini?”.”

 

Ársins kvinnuligi høvuðsleikari

Kaia Poulina Norðgerð, sum leikti Hedda Gabler, var Ársins kvinnuligi
leikari. Dómsnevndin segði m.a. at hon “megnaði at rúnarbinda áskoðaran í einum
sera kompleksum leikluti. Unga kvinnan megnaði hendan leiklutin sera væl, og
vit gleða okkum at síggja meira til hennara framyvir.”

 

Í dómsnevndini sótu Birna Heinesen, Dánial Pauli Gullstein Dalbø og Magni Joensen.