Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Nevndin í MáF umskipað seg
Á aðalfundi hjá MáF 14. mars varð nevndarval. Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Gunhild Michelsen og Nora Bærentsen og varalimirnir Rudolf Joensen og Ragn Maja Kruse. Allir nevndar- og varalimir stillaðu upp aftur. Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg. Hilmar Joensen, sum hevur verið formaður í MáF tey nógvu seinastu árini, ynskti ikki longur at sita sum formaður, og sær nevndin hjá MáF nú soleiðis út:
Nevndarlimir:
Noomi Reinert, forkvinna
Ragna Maja Kruse, næstforkvinna
Petur Simonsen, kassameistari
Hilmar Joensen
Gunhild Michelsen
Varalimir:
Rudolf Joensen
Nora Bærentsen