MáF heiðraði Hilmar Joensen fyri hansara langa virki í MàF á aðalfundinum 25. mars

Nevndin skipað seg

Á aðalfundinum hjá MáF 25. mars stóðu nevndarlimirnir Hilmar Joensen og Ebba Sofía Kruse fyri vali. Bert Ebba Sofía Kruse stillaði uppaftur og var afturvald. Nýggi valdi nevndarlimurin var Arnfinnur Nesá frá Sjónleikaradeildini Losjan Glotti, sum frammanundan hevur verið varalimur í nevndini. Umframt vali av nevndarlimum vóru eisini tveir varalimir valdir. Hesir vóru Vígdis Tindskarð Klein úr Havnar Sjónleikarafelag og Louis Poulsen úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Nevndin hevur nú skipað seg og sær soleiðis út:

Noomi Reinert, forkvinna (Sjónleikaradeildin Losjan Glotti)
Ebba Sofia Kruse, næstforkvinna (Dramaverkstaðið)
Hanus Gregersen, kassameistari (Klaksvíkar Sjónleikarafelag)
Mariann Johansen (Suðuroyar Sjónleikarafelag)
Arnfinnur Nesá (Sjónleikaradeildin Losjan Glotti)

Varalimir:

Vígdis Tindskarð Klein (Havnar Sjónleikarafelag)
Louis Poulsen (Klaksvíkar Sjónleikarafelag)

Hilmar Joensen, sum síðani 1997 hevur verið virkin í nevndini hjá MáF harav fleiri ár sum nevndarformaður, valdi at gevast. Hilmar hevur verið ein eldsál í nevndararbeiðnum í MáF og hevur verið við til at virka fyri eitt nú framhaldandi altjóða samstarvinum við AITA/IATA og NEATA, ið eru ávikavist International Amateur Theatre Association og North European Amateur Theatre Alliance. MáF takkaði og heiðraði Hilmari á aðalfundinum fyri hansara stóra og ikki minst týdningarmikla arbeiði fyri MáF øll hesi árini og ynskir honum blíðan byrð í framtíðini.