Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Nýggjur nevndarlimur í MáF
Á aðalfundinum hjá MáF 5. september stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali. Noomi S. Reinert og Ann Mari J. Midjord stillaðu báðar upp aftur, meðan Jákup D. Wardum ikki stillaði upp. Rakul í Gerðinum, sum hevur sitið sum varalimur í MáF seinasta árið, bleiv vald inn í nevndina fyri Jákup D. Wardum, sum gjørdist varalimur. Hin varalimurin, ið var valdur inn í nevndina, var Arnfinnur Nesá frá Sjónleikardeildini Glotta í Gøtu.
Nevndin skipaði seg á nevndarfundinum 21. september og heldur so at siga fram sum undan nevndarvalinum við tí broyting, at Rakul í Gerðinum og Jákup D. Wardum hava býtt um pláss, og ein nýggjur varalimur er komin inn:
Noomi S. Reinert, forkvinna
Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna
Hilmar Joensen, kassameistari
Ann Mari J. Midjord, nevndarlimur
Rakul í Gerðinum, nevndarlimur
Jákup D. Wardum, varalimur
Arnfinnur Nesá, varalimur
Meiri fæst at vita um nevndarlimirnar hjá MáF her.