Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Sóley Danielsen ferð til Danmarkar at undirvísa
Sóley Danielsen ferð í komandi døgum til Danmarkar at undirvísa og leikstjórna, hetta er ein liður í einum samarbeiði millum sjónleikaraskúlan í Klaksvík og ein dramabólk í Danmark.
Samarbeiðið kom í lag í summar tá Klaksvíkar sjónleikarafelag var við sínum børnum á Norðurlendsku barnasjónleikarfestivalinum í Østersund, har hittust Sóleyð og Pernilla sum var lærari hjá donsku børnunum, fyri fyrstu ferð.
Tær báðar komu skjótt á bylgjulongd og fingu áhuga í arbeiðinum hjá hvørjum øðrum og byrjaðu at deila hugskot og royndir og blivu samdar um at hetta mátti roynast í veruleikanum og tí avgjørdu tær í samarbeiði við teirra avvarðandi sjónleikarafeløg at eitt skiftislærara samarbeiði hevði verið spennandi at roynt. Tað byrjar við at Sóleyð ferð nakrar dagar til Danmarkar at undirvísa, hetta endar við einari framførslu, seinni kemur so Penilla Nedergård til Klaksvíkar at undirvísa og somuleiðis endar tað við einari framførslu.
Hoyr eisini samtalu við Sóleyð Danielsen sum var í Brunsj 24.10.2013