Leiklistaskúli á Føroya Fólkaháskúla

Farna vikuskiftið skipaði MáF fyri Leiklistaskúla á Føroya Fólkaháskúla í ávikavist skriving og leiklist. Undirvísarar vóru Gunvør Reynberg (skriviskeið) og Bo Skødebjerg (leiklistaskeið). Skeiðini  byrjaðu hóskvøldið 30. apríl og endaðu sunnudagin 3. mai við stuttum leiksýningum, har luttakararnir á leiklistaskeiðnum framførdu leikir, sum luttakararnir á skriviskeiðnum høvdu skrivað.

Fimm leiksýningar vóru íalt, og tað var sera áhugavert at síggja, hvat í luttakararnir høvdu fingið burturúr.

MáF takkar bæði undirvísarum, luttakarum og Føroya Fólkaháskúla fyri eitt spennandi og áhugavert skeiðsvikuskifti.