Mostir Charley

Í hesum døgum framførir Stranda Sjónleikarafelag skemtileikin “Mostir Charley” í bygdarhúsinum á strondum. Leikin hevur enski sjónleikarin og dramatikarin, Brandon Thomas, skrivað heilt aftur í 1892. Andrias Justesen týddi leikin til føroyskt í 2001. Sjónleikurin snýr seg um tveir ungar menn, sum ætla sær at fríggja til hvør sína gentu. Fyri at tryggja sær, at […]

Frá vinstru: Marita Klein Joensen, Birita Djurhuus, Heidi Strømsten, Arnfinnur Nesá, Noomi Reinert, Dávid Nielsen og Brandur Niclasen.
Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti

Tann 10. mars var ársfundur hjá Sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti. Her var fundast um seinasta árið hjá deildini, framtíðina og eisini var nýggj nevnd vald. Fundurin var lokin kl. 18:00, og eftir hetta skipaði nevndin seg. Arnfinnur Nesá, sum hevur verðið ein góður formaður fyri deildina í nøkur ár, bleiv afturvaldur sum formaður, og er […]

Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing er 1. mars 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

Myndir og ummæli av Carmen

Miðskeiðis í januar og fyrst í februar var barnaleikurin “Hevur tú sæð Carmen” framførdur á Tjóðpalli Føroya og Varpinum í Klaksvík. Hetta var ein sokallað pixi-operu, har leikhópurin spældi sjónleik og ljóðføri, sungu og dansaðu. Leikurin er skrivaðu við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela […]

Dreymaleikur

  Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag framføra Dreymaleik eftir August Strindberg í Sjónleikarhúsinum. Uppsetingin er eitt samstarv millum Teatur Grugg og Havnar Sjónleikarfelag. Í eini stuttligari samanrenning av sjónleiki, tónleiki, dansi og sangi sleppa bæði yrkisleikarar og áhugaleikarar at villast og droyma seg burtur í tí øra, tí absurda og tí gerandisliga, og fáa gand […]

Hevur tú sæð Carmen?

Komandi vikuskifti setur Opera.fo upp barnaleik á Tjóðpalli Føroya. Talan er um ein fittan barnaleik, eina sonevnda pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar. Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo, “Operetturnar”, sum eru 16 gentur í aldrinum 9 til […]

Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 1. ársfjórðing er 15. januar 2025 á midnátt. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

MáF takkar fyri brátt farna árið og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”

Havnar Sjónleikarfelag setur sjónleikin “Ikki eitt orð um pengar” á pall í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 9. november kl. 19:00. Hetta er ein skemtileikur eftir Anton Delmar og snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta […]

Suðuroyar Kabarettin 2024

Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag kabarett, har mangt og hvat verður  endavent, og politikarar, oyggjafólk og onnur standa fyri skotum. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini. Suðuroyakabarettin er fyri øll vaksin, sum tola skemt. Jákup Veyhe […]