Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Tveir nýggir nevndarlimir í MáF
Á aðalfundi 26. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í MáF. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali – Noomi Reinert, sum stillaði upp aftur, og Rakul í Gerðinum og Ann Mari Jaspursdóttir, har hvørgan stillaði upp aftur. Noomi Reinert, ið hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir nýggir limir – Hanus Gregersen úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Mariann Johansen úr Suðuroyar Sjónleikarafelag. MáF takkar fyrrverandi nevndar- og varalimum og bjóðar nýggju nevndar- og varalimunum vælkomnan í nevndina.
Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:
Noomi Reinert, forkvinna
Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna
Hanus Gregersen, kassameistari
Mariann Johansen, nevndarlimur
Hilmar Joensen, nevndarlimur
Varalimir: Arnfinnur Nesá og Vígdis Joensen