Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Ummælið av Oliver Twist
Ummæli: Ein góður gøtudrongur
Steintór Rasmussen ummælir leikin Oliver Twist, sum verður framførdur í Gøtu í hesum døgum. Leikurin er so væl umtóktur, at allar sýningar fram til seinastu sýning fríggjakvøldið í næstu viku eru útseldar
Túrurin til Gøtu var øðrvísi. Har var hvørki fótbóltur ella festivalur á skránni. Men hetta sunnukvøldið mátti sjónvarp vera sjónvarp. Tann kendi fátæki gøtudrongurin, Oliver Twist, var komin til Føroyar. Til sjálvan heimstaðin hjá Tróndi í Gøtu. Og hann skuldi vera at síggja í Víkingahúsinum.
Tíðirnar broytast. Men gamli klassikarin hjá Charles Dickens er framvegis ein góð og áhugaverd lýsing av samfelagnum. Um alt tað vakra og skitna, vit sum menniskju sleipa við okkum ella renna ímóti í lívinum. Um armóðina og ríkidømið í samfelagnum. Tann afturvendandi søgan um góðlætið og órættvísi, sum vit kunnu uppliva á vegnum. Um markleysa kærleikan og oyðileggjandi harðskapin. Hvør sleppur at liva í yvirflóð, og hvør ið skal vera takksamur bara at yvirliva. Um okkara mongu dreymar og vónbrot.
Eg gekk upp trappurnar í skýlinum í Víkingahúsinum og hugsaði um hetta fór at rigga? Hevði sjálvur sæð sangleikin um Oliver Twist í Palladium í London 1997, men hetta vóru heilt aðrar umstøður. Nú skuldi eg hoyra sangirnar á mínum egna móðirmáli og síggja nøkur bygdabørn syngja og spæla sjónleik. Jú, hetta var djarvt og ikki sørt forvitnisligt, tað sum felagið Losjan Glotti hevði lokkað meg og míni úr Klaksvík og down town í Serpugerði at skoða.
Men tað var ein góð kensla at koma inn í Víkingahúsið. Hetta annars ráa rúmið var hugnaligt og heitt at trína inn í. Fólk vóru komin í góðari tíð og sótu spent og bíðaðu í tilriggaða hølinum. Sjálvi fingu vit gott pláss nærhendis pallinum. Ljósið var dempað og kulissarnar naknar og hugtakandi. Og skymaðist tú runt, sást tú, at við inngongdina var skrivað við stórum bókstavum LONDON og kenda stórbýarbrúgvin var teknað framvið vegginum.
Klokkan varð átta og nærum á slagnum komu tríggir dugnaligir musikantar, klæddir út sum fátækir livibreyðtónleikar í 19. øld, leikandi inn á pallin. Her var gjørt nakað burturúr. Hetta boðaði frá góðum. Við Kim Hansen á klaver, Edward Nyholm Debess á bassi og einum meira ókendum evnaríkum unglingi á trummum, Josva Debes, var tónlistarliga støðið lagt fyri einum sera hugtakandi og góðum sangleiki.
Aftaná fyrstu disharmonisku tónarnar tustu børn í pjøkum og vásaklæðum inn á pallin. Og brátt fyltist høllin við klagusangi. Bleik olmussudýr, sum kortini ikki riðu heilt á merginum, sungu hart í kór um vellingin og vánaligu korini á barnaheiminum, meðan fínir tænarar bóru kjøt, kakur, frukt og aðrar bestubitar til tey ráðandi vaksnu á staðnum.
Hetta var jú inniligt og hjartanemandi, og sum áskoðari kundi tú lata tónleikin og sjónleikin fylla eyguni og oyruni. Oliver Twist er ein hendingaríkur leikur, men bæði børn og vaksin stóðu sterk á pallinum og gingu við lív og sál uppí sínar leiklutir, so tú kundi róliga lena tær aftaná og njóta at vera undirhildin av góðum og vælspældum sjónleiki.
Og tær nýtist hvørki at vera leikstjóri ella listfrøðingur fyri at koma til ta niðurstøðu, at leikurin um gøtudrongin, Oliver Twist, hevur fingið nakað av tí besta burturúr livandi og leikandi tilfeinginum í Eysturoynni. Tí syngjandi lætt er tað ikki, at skula framføra slíkan stórleik, sum er ætlaður bæði vaksnum og børnum.
Men sjálvur gjørdist eg jaliga ovfarin. Og 11 ára gamla dótturin sat eisini sum á nálum frá byrjan til enda. Hóast vit frammanudan kendu søguna, slapp øll familjan bæði at flenna og tára og eisini at fáa onkran minni hvøkkin, meðan vælspældi tónleikurin fylgdi spennandi og fangandi gongdini á pallinum.
Her vóru fleiri, sum spældu framúr væl. Tú fært eina frálíka mynd av tí listinlærda Fagin, av unga og fríska Skálki, av tí ráðaríka Harra Bumle og tí forfjónaðu Frú Corney, sum í leiki og sangi komu væl frá sínum leiklutum.
Men tað mundi hugtaka tey flestu, at óspilti gøtudrongurin, í leiki og sangi megnaði so væl at fylgja Oliver frá neyðini í barnaheiminum, vera millum tjóvarnar í Londom og harafturat at finna tónan í tí fína heiminum hjá Mr. Brownlow. Tað var flott. Men stóra stjørnan mundi vera Nancy, spæld av Elsu Mariu Magusardóttir Olsen, sum var ein serlig uppliving fyri áskoðararnar, ikki minst við síni sterku og vøkru rødd og sannførandi leiki.
At tað eisini eru amatørar í rúgvuni bilar onki. Tað sum gjørdi Oliver Twist til eina minnisríka løtu, var spæligleðin og stemningurin, sum leikararnir bóru við sær á pallin.
Haldi at fleiri av statistunum vóru fangandi og tryggir at síggja til. Hetta gav leikinum ta góðu ífyllingina av livandi menniskjum í ymiskum gerandisstøðum.
Takk til Berg Rasmussen fyri eina frálíka týðing og til leikstjóran, Riu Tórgarð, fyri ein hugtakandi leik.
Tað er sanniliga ein stór uppgáva at fáa so nógv sjálvboðin í fólk í vikuvís at møta upp til venjing og spæla sjónleik saman. Og øll hini, sum stuðla og gera vakrar dreymar til veruleika. Tey sum hava gjørt búnarnar, sett hárið, smíðað pallin, skapað ljóðið og ljósmyndirnar, teskað og skapt stemning, vant sangrøddirnar, samskipað og lagt til rættis, skulu fáa seinastu klappini frá vælnøgdum áskoðarum.
Tað var gott at sjónleikur varð tikin framum sjónvarpið hetta sunnukvøldið.
Steintór Rasmussen