Nýggj nevnd í sjónleikadeildini hjá Losjuni Glotti
Stuðulsfreist fyri 2. ársfjórðing 2025
Stuðulsfreist fyri 1. ársfjórðing 2025
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Væleydnað skeið í rødd og rørslu
Skeiðið í Rødd og Rørslu var sera væleydnað og fleiri av luttakarunum ynsktu at koma á eitt uppfylgjandi skeið í nærmastu framtíð. Tí eru vit farin í holt við at skipa fyri einum skeiðið fyri eitt sindur roynd, sum vónandi kann verða hildið í januar 2014.
Tað eru Ria og Súsanna Tórgarð sum aftur fara at undirvísa, um tú hevur áhuga í at koma at hetta skeiðið so skalt tú skriva til okkara á maf@maf.fo.
Men fyri tey sum ikki kundu koma á hetta fyrra skeiðið er eingin grund til at stúra tí vit fara eisini at skipa fyri einum skeiðið í Rødd og Rørslu fyri tey, sum ikki hava roynt tað áður.
Skeiðið verður fyri bæði roynd og óroynd.