Hin berskølluta sangarinnan

Í hesum døgum framførir Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu tragikomiska leikin “Hin berskølluta sangarinnan”. Frumframførslan var 4. mars. Rumensk/franski, Eugene Lonesco hevur skrivað leikin.

Leikverkætlanin er beinleiðis úrslit av dramaverkstøðunum, sum Losjan Glotti hevur skipað fyri saman við Noomi Reinert seinastu árini. Hetta hevur økt áhugan fyri sjónleiki millum tey ungu, og í hesum leikinum vísa tey veruliga nógv av tí, tey hava lært. 

Leikurin kann tykjast ørkymlandi og meiningsleysur, men leikararnir megna við leiðslu av Mariann Hansen á framúr góðan hátt at geva teimum stuttligu og so at siga meiningsleysu samrøðunum og gerðunum meining. 
 
Leikarar: Teresa Reinert (Frú Joensen), Hallur Ellingsgaard (Harra Joensen), Birita Djurhuus (Frú Jacobsen), Òlavur Justesen (Harra Jacobsen), Kaia Poulina Norðgerð (Vaskikonan Marjun) og Annika Oddmarsdóttir Olsson (Brandmeistari). Leikstjórn: Mariann Hansen. Ljós og ljóðfólk: Bogi Eyðunsson, Egin Tollaksson Joensen og Torvald Joensen. Pallsmíð/hjálparfólk: Rúni Justinussen, Maria Ziskason Nesá, Arnfinnur Nesá, Katrina Eyðunsdóttir Hansen, Noomi Reinert og Maj-Britt W.H. Jacobsen.

Komandi sýningar:
 

Hósdag 9. mars kl. 19:00 – ÚTSELT

Leygardag 11. mars kl. 19:00

Sunnudag 12. mars kl. 19:00

Hósdag 16. mars kl. 19:00

Sunnudag 18. mars kl. 19:00

Atgongumerki fáast við at ringja á tlf. 280 820 millum kl. 15:00-19:00 gerandisdagar og  rrrrr  frá kl. 12:00 í vikuskiftinum! Kostnaðurin er kr. 150 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn.