Ebbe Sofía Kruse

Ebba Sofía er útbúgvin námsfrøðingur. Hon er fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn, og starvast á Dagstovninum Birkilund, og sum dramalærari á Dramaverkstaðnum. Ebba Sofía hevur verið sera virkin innan drama og sjónleik tey seinastu 20 árini. Tey fyrstu árini sum áhugaleikari og skeiðsluttakari á sjónleikarastevnum og dramaskeiðum bæði í Føroyum og uttanlands, og tey seinnu árini sum lærari, pallfólk, ljóðfólk, leikritahøvundur og leikstjóri. Eitt tíðarskeið var Ebba Sofía eisini forkvinna í “Ung í MáF”, og hevur hon í nógv ár verið virkin innan nevndararbeiði m.a. á Dramaverkstaðnum bæði sum nevndarlimur og forkvinna.